21.7.08

Gospel brunch í Harlem




- Hvar eru tit frá? Tá gospelsangarinnan Ruth fær greiðu á landalæruni, kunngerð hon at eisini Faroe Islands are in the house. So fer hon til næsta borð, meðan fylgibólkurin spælir undir (Myndir: Hanus og Birgir Kruse)

Tá vit høvdu skrivað okkum út av Hotel Chelsea goymdu vit kuffertini har og tóku ein hýruvogn til Harlem. Vit valdu Sylvia’s, so sum ein ferðahandbók hevði skotið upp. Meðan vit ótu sunnudagsbrunch hjá Sylviu, gekk ein frálík gospelsangarinna, Ruth, frá borði til borð, meðan tveir mans spældu undir og sungu kór. Hóast maturin ikki var nakað at reypa av, so var sangurin og tónleikurin frálíkur og fekk upplivingina at kennast ektaða, ein sunnudag í Harlem. Ruth sang gospel standards sum Oh Happy Day og This Litte Light of Mine meðan hon tosaði við fólk og kunngjørdi hvaðani tey komu.