Skip to main content

Guggenheim ein skuggi av sær sjálvum




Guggenheim savnið verður umvælt og framsýningarvirksemið heldur fram. Men tað er ikki nóg gott. Innan er bygningurin vakur og einfaldur. Undir grafiskt spennandi hválvinum gongur alt í ring. Einasta listarliga virksemið var skeltimálarin uttanfyri (Myndir: Birgir Kruse)

Guggenheim er kendur myndlistaskáli við Central Park mitt í New Nork. Guggenheim fór at reka myndlistaskála her í 1937. Men hesin sermerkti runda klingruskálin, sum innan er eitt fjálgt hválv, nærum eitt egg, er frá 1959. Frank Lloyd Wright, sum Paul Simon syngur um, teknaði. Meðan húsið sjálvt er ein opinbáring, er minni at siga um innihaldið. Á øðrum sinni má eg tíanverri sanna, at Guggenheim savnið í New York er ein tóm skel. Men mín sjel, skelin er vøkur.