Skip to main content

Museum of Modern Art






Í Museum of Modern Art, stytt til MoMo, síggjast avrik hjá øllum av heimsins stórstu myndlistafólkum. Serliga spennandi er pop art og fyrsta amerikanska superstjørnan á myndlistaliga økinum – Jackson Pollock. Jógvan tók myndina av mær frammanfyri One: Number 31 (1950). Brúkar tú ikki blits, so kanst tú taka myndir sum tær lystir.
Men onkrir partar av framsýningini spæla sær eisini við, hvat ið er list. Til dømis ein blankur campingvognur. Er tað list? Ella spegilsmálningurin hjá italska Michelangelo Pistoletto Maður í gulum buksum frá 1964. Stendur tú framman fyri myndini sært tú spegilsmyndina av tær sjálvum. Ein narcissistisk effekt, sum eisini sæst aftur hjá Salvador Dali á ovastu hædd.