Skip to main content

Í Reykjavík hjá Evelyne


Unn og Birgir saman við Evelyne Nihouaran, ið rekur Baldursbrá í Reykjavík. Niðriundir sæst Birgir fylla bensin á bilin í Havn, ávegis til fløgvøllin í morgun (Myndir: Jógvan Kruse)

Eftir at hava fylt bensin á við Ringvegin í Havn fyri meiri ein tíggju krónur liturin, lá leiðin til flogvøllin í Vágum. Vit ugga okkum við at bensinið í USA kostar í mesta lagi helvtina av tí føroyska. Tó, føroyska er so nógv sagt. Men kanska fáa vit av føroyska landgrunninum ein sjønnan dag ágóðan av høga bensinprísinum. Hvør veit. Vertinnan Evelyne Nihouaran heintaði okkum á flogvøllinum í Reykjavík og bjóðar ból og bita - bed and breakfast - í miðbýnum. Baldursbrá eitir fyritøkan, ið hon rekur.