28.7.08

Hendry og Shypoke


Tvey spennandi vín, vit royndu á Hotel St. Helena og Cindy's Backstreet Kitchen í býnum St. Helena, vóru ein primitivo frá Hendry í Yountville og ein sangiovese frá Shypoke í Calistoga. Ymisk, men bæði ógvuliga rík og mettaði í smakki. Hesar drúvurnar eru dyrkaðar norðast og sunnast í Napa Valley.