Skip to main content

Vælkomin til Harlem


Skeltini eru ikki tey mest prangandi í Harlem

Í Harlem er sjáldsamt at síggja ferðafólk. Hetta er ein svartur býarpartur í New York, sum tykist hava nokk í sær sjálvum. Men greiðar ábendingar eru um broytingar. Ein felagsskapur, sum á ymsan hátt varðar av gøtuni 125. Street í Harlem, hevur tikið seg saman at bjóða upplivingar á ektaðu lokalu støðunum, kirkjum, spælistøðum og matstovum.