Skip to main content

Caesars Palace


Caesar uttan fyri palassið á The Strip í Las Vegas (Myndir: Birgir Kruse)

Ja, hetta er veruliga palassið hjá sjálvum Caesar. Hann stendur í túninum og skoðar grannalagið, ið er meinlíkt gamla Róm. Tó, inni syngja Elton John, Cher og Bette Midler. Ekspansjónstrongdin er so stór, at Harrah’s, ið eigur palassið hjá Caesar, beint nú byggir út fyri eina billión dollars. Minni kann ikki gera tað.