Skip to main content

Filmstubbar úr Hollywood










Birgir í kulum 3D brillum. Handverkið handan kovboykulissir er altíð spennandi at síggja, eins og teknifilmsstjørnurnar altíð eru fittar. Ikki minni fittar, tó nakað hóttandi, eru desperatu húsmøðurnar á Wisteria Lane, sum vit koyrdu á tamp. The Mummy gongur á stúltum og bjóðar inn til óhugnalig upplivilsi, eins og modellskipið hjá Peter Jackson, ið verður drigið í dýpið av myrkum kreftum og drápuligi átufreki hávurin hjá Spielberg, ið skræðir alt í seg. Niðast sæst ein meksikanskur kovboybýur, ið verður raktur av vatnflóð, meðan vit hyggja, og síðani tveir japanskir Golf-bilar, ið hava egna sál og lív í filminum Tokyo Drift (Myndir: Birgir Kruse)

3D filmar fingu aldri fótin fyri seg. Men nú royna tey hjá Universal við eini Terminator framsýning í 3D. Fyri at fáa nakað burturúr hesum showi, mást tú vera í serligum brillum. Stuttligur og kulur gimmick. Og enn stuttligari er at síggja kovboykulissur, hávin hjá Spielberg, ræðufilmin The Mummy, modellskipið hjá Peter Jackson, fittar teknifilmsstjørnur – og allar best ein rundferð eftir allari gøtuni Wisteria Lane, har desperatu húsmøðurnar búgva. Í garðinum hjá Universal kanst tú skoða teg mettan í filmssøgu og filmiskum effektum og frásøgusnildi.