Skip to main content

Filmur í kirkju


Hollywood United Methodist Church hevur skeið í filmi og trúgv (Myndir: Birgir Kruse)

Í okkara heimsparti er ikki vanligt at samantvinna film og kirkju, ella nakað slag av andaligum virksemi. Filmur hevur verið mettur eins syndafullur og at dansa, spæla kort og at fremja annan ólevnað. Og kanska hava hinar bestu typur í nøkrum filmi yvirhøvur, foreldrini hjá James Dean í Steinbeck-søguni East of Eden, rót í júst hesum tvøra kirkjuliga uppáhaldi. Men so er ikki í Hollywood. Her hevur filmurin funnið vegin heilt innar í kór. Og tað til so mikið vælsignilsi, at skipað verður fyri skeiði um hvussu filmur kann styrkja trúnna. Hvønn sunnudag skipar Hollywood United Methodist Church fyri Crossflix – Discovering Faith in Film. Hygga síggj. Kanska hevur Whoopi Goldberg lagt eitt gott filmsorð inn fyri prest. Tí Whoopi hevur filmað allar Sister Act filmarnar á hesum sama heilaga staði.