Skip to main content

Flutt burtur í fjúrtan dagar


Vit vórðu flutt burtur í fjúrtan dagar, sigur tænarin á Nepenthe og peikar á ljósu rípuna ovast á fjøllunum, ið er farleið eftir bulldozarum, sum royndu at steðga eldunum (Myndir: Birgir Kruse)

- Tjóðardagin 4. juli vórðu vit flutt burtur og eingin slapp at vera her í fjúrtan dagar, sigur tænarin á Nepenthe í Big Sur. Alt stóð í ljósum loga, heilt oman móti vegnum. Ljósu rípurnar, ið hómast ovast á tindinum til vinstru, eru eftir bulldozarum, sum royndu at forða eldinum at breiða seg. - Tað var vorðið sum byrjan á summarskeiðnum, sigur eitt annað starvsfólk. Tey tosa fegin um eldin og vandan, ið stóðst.