Skip to main content

Frá dreymum til guano






Myndarøð frá Nielad Boat Launch við Salton sjógvin. Einasta lív her er ríka fuglalívið, sum sangarin og politikarin Sonny Bono, sáli, hevur tikið hond um (Myndir: Birgir Kruse)

Sigast, at tá ein pengamaður kom til Fuglafjørð, segði hann at her luktað ikki illa. Her luktaði av pengum!

Sama kann sigast um Salton Sea. Men her er eingin pengmaður ella -kvinna. Bara ringur luktur og sjónin av dekadensu og stillisligum forfalli.