15.8.08

I’ll retire in Serbia!

Serbiski hýruvognsførarin í Santa Monica vil aftur til heimlandið at pensionerast (Mynd: Birgir Kruse)

Dragan er hýruvognsførari í Santa Monica. Hann er úr Beograd og kom higar sum harmonikuspælari fyri 32 árum síðani. Í morgun koyrir hann okkum til flogvøllin, har United Airlines roynir at hóra gjøgnum enn ein dag. Skilligt er, at henda fyritøka livir eitt strævið lív síðani 11. september 2001.

Umframt fedralandið, hevur Dragan tvinnanda áhugamál: reina luft og fría informasjón.

– Hvønn tíma doyggja 9000 fólk í hesum økinum av luftdálking. Men her í bilinum havi eg útgerð, sum ioniserar allar dustbitlar í luftini, sigur hann og strýkur eftir litlu svørtu maskinuni aftanfyri girstongina. - Har tit búgva, man vera frískari luft, sigur hann og undirstrikar heimlongsulin til núverandi Serbia.

Helst hava øll eina natúrliga trongd at leita aftur til heimlandið, sum árini ganga og ellisárini nærkast. – Eftirlønarárini skal eg liva í Serbia, sigur Dragan avgjørdur. Hann fylgir væl við gongdini í Georgia og Eysturevropa annars.

– Tað, ið nú fer fram í Georgia, er ikki tilvild. Eins og í Turkalandi á sinni vilja amerikanarar vera til staðar og hava makt og ávirkan í hesum øki. Tað er klárt. Hesum vil Russland steðga og nú hava vit natúrligu avleiðingina. Frí atgongd til oljuna er drívmegin, sigur bersøgni serbin.

Eg spyrji um hann hevur sæð Holywoodfilmin Syriana.

- Nei, men hatta ljóðar wonderful, sigur hann og gevur dømi um hvussu tíðindaflutningur verður sensureraður í londum, sum hava pressufrælsi.

Heimlongslur er eitt menniskjansligt fyribrigdi kring allan heim. Hóast sorgblítt, er tað hugfarsligt at staðfesta, henda morgun, vit leita heimaftur.