Skip to main content

Nýggjasta undirstætt í Las Vegas


- Girls direct to you in 20 minutes, stendur á troyggjuni hjá meksikanska dronginum á The Strip í Las Vegas. Legg merki til illa kløddu gentuna í baksýni, til høgru fyri áhugaverda bilin, á niðaru myndini (Myndir: Birgir Kruse)

Las Vegas er sum eitt annað Disneyland. Men stovureint og meinaleyst familjuundirhald hóvar ikki øllum maktum. Undir øllum lýsingum, útferðum og upplivingum lúrir ein seksuelt eggjandi tóni, ið tykist sjálvsagdur á øllum gøtum í Vegas. Tekur tú myndir av einum sjáldsamum bili á einum gøtuhorni, stillar ein lættklødd genta seg til reiðar og poserar. Fram við glitrandi vegnum The Strip sæst nýggjasta undirstættin í Las Vegas – latínamerikanskir smádreingir, ið bjóða sær til at skaffa eina gentu eftir tjúgu minuttum. Bara til tín. Aftanfyri dreingirnar, sum helst eru ólógligir innflytarar, standa foreldur, ommur, abbar og heil húski úr Meksiko. Skakandi at síggja hesar nýggju amerikansku lagnir í heimsins elsta starvi í fríum falli on The Strip. Hetta er skjótast vaksandi staður í USA og eftir eitt tíðarskeið við familjuvinarligum undirhaldi livir Las Vegas aftur upp til gomlu orðini hjá Gram Parsons í sanginum Sin City: This Old Town's Filled With Sin, It'll Swallow You In...