9.8.08

Norðmenn eru góðir kundar



Navajokvinnan sigur at norska flaggið merkir at teir eru góðir kundar, norðmenninir (Myndir: Birgir og Unn Kruse)

Við vegjaðaran millum Flagstaff og sunnaru inngongd til Grand Canyon í Arizona, sóu vit norska flaggið veittra. Vit steðgaðu og spurdu hví. Púra ósentimentalt segði indiánrakvinnan, sum var av Navajo ætt, at teir vóru góðir kundar, norðmenninir. - Og góðir kundar eiga lívið í okkum.

Áhugavert at hoyra so kontanta tjóðskaparliga útmelding frá einum livandi indiána. Sama morgun hevði eg lisið á Portalinum um danska universitetsuppgávu, ið viðgjørdi tjóðskaparligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tá kom til mín orðafellið Put Your Money Where Your Mouth Is.