Skip to main content

Sirenur og sjórænarar




Ókeypis uttandura leikur við sirenum og sjórænarum við Treasure Island á The Strip í Las Vegas (Myndir: Birgir Kruse)

Stóru gistingarhúsini, ið samstundis eru handlar og spælistøð, hava hvørt teirra ókeypis show. Treasure Island hevur eitt uttandura show við sirenum og sjórænarum. Skipini eru tvey, og evnið í søguni er tølandi sirenur av havsins botni. Tær koma í bardaga við sjórænaraskipið, ið søkkur og eftir miklan eld og skotbardga við nógvum dansi og tónleiki, vinna tær á monnunum. Tá leikurin er liðugur, flotnar skipið aftur og siglir avstað. Stórfingin framleiðsla.