Skip to main content

Skógareldur í Big Sur




Uppkolaðir viðarbular fram við vegnum í Big Sur. Aftanfyri síggjast avbrendu fjøllini og á einu myndini sæst bilurin, vit koyra í. Niðast, ein íkorni, sum í brendu bulunum hevur funnið lývd fyri heitu sólini (Myndir: Birgir Kruse)

Fram við gitna strandarvegnum Highway 1 úti móti Kyrrahavsstrondini í Big Sur siggjast brendir viðarbular frá stóru skógareldunum, ið hava herjað Kalifornia í summar. Meginpartin av juli var økið kring Big Sur hótt av eldi og fólk vórðu flutt burtur. Nú er alt sum vanligt aftur, men fólk eru bangin og tosa nógv um eld.