Skip to main content

Steinbeck í Salinas







Ein kanadiumaður tók myndina av okkum øllum fýra á Steinbeck-savninum í Salinas. Húsið, har Steinbeck varð føddur og búði í til hann var 17 ára gamal. Niðanfyri síggjast meksikansk arbeiðsfólk á markini í Salinas í dag. Niðstu tvær myndirnar eru úr Fornminnissavninum í Salinas (Myndir: Ónevndur kanadiumaður, Unn og Birgir Kruse)

Skrivingarlagið, andin og øll tey temu, sum rithøvundin John Steinbeck (1902-1968) brúkti, hanga enn tung yvir Salinas og fruktagóða dalinum har, the Valley of the World. Enn síggjast meksikansku arbeiðararnir í hópatali á markini. Arbeiðið er handaligt og møðisligt, uttan stórvegis maskinur. Í farnu øld vóru fakfeløgini sterk, bæði hjá meksikanarum og filipinum. Men nú sæst fakfelagsrørslan í Salinas bara á fornminnissavninum. Verulig mótmælisskelti eru at síggja her og vendir tú skeltinum, so stendur turrisligani aftanfyri, at í 80'unum repaði fakfelagsrørslan seglini og lat arbeiðsgevararnar áseta løn og arbeiðskor. Syndarliga hugvekjandi, at tey arbeiðskor, sum Steinbeck lýst fyri útvið hundrað árum síðani, ikki eru petti broytt.