28.8.08

Teitur er fantastiskur


Teitur saman við framleiðaranum Rupert Hine á konsert í San Diego fyri fimm árum síðani. Ljóðmaðurin Jónas Bloch er avmyndaður um sama mundið í Knitting Factory í Hollywood (Myndir: Birgir Kruse)

Var til konsert við Teiti í Norðurlandahúsinum gjárkvøldið. Hann byrjaði stillførur og næstan umberandi við sanginum The Singer, sum eftir seinastu fløguna er vorðin eyðkennissangur, tíðarleyst sveimandi signaturur, uttan fylgispæl. Her standi eg við mínum sangum, ein dandy í selum - I sing to be loved.

Og kærleikin millum sangara og áhoyrara stóð sum telgdur í luftini. Ein hjartanemandi konsert við elskuligum sangum, sum hóast fittir, goyma ein stillføran ótta, ið lúrir ófrættakendur beint undir yvirflatuni. Sangir um gentur á bygd og bussar í Havn, sum aldri koma. Ein stillur desperado, ið bíðar eftir at fólkið vaknar, ikki bara í Austin, men eisini í Peking.

Bestu sangir tyktist mær The Legendary Afterparty, Havnin er ein lítil bygd og Great balls of fire. Felags fyri hesar sangir var hin stilla desperasjónin, handan fittu orðini og reina sangin, ið er um at krakkelera. Sangir við kanti, sangir, ið bjóða av, tí teir eru uppi móti nøkrum størri og universellum.

The Legendary Afterparty er minnissangur av gólvinum á einum motelli í Austin, Texas, har Teitur og Chris Whitley tøma ein sixpack. Frálík desperadosøga, sum kanska fær kultstatus.

Havnin er ein lítil bygd lýsir ein enn hvassari desperado undir penu yvirflatuni í Havn, har sjálvt banniorð sleppa við.

Great Balls of Fire varð framførdur við eini sovorðnari innliving, at tað tyktist sum Doors og Jim Morrison gingu aftur og trúnaðu fram á pallinum í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein greið og egin heilsan til fyrst Riders on the Storm, síðani Light my Fire og at enda rammusangin sjálvan – rock’n’roll klassikaran Great Balls of Fire hjá Jerry Lee Lewis.

Ein frálík konsert, við einum sjáldsama víðsýntum føroyskum sangara og yrkjara. So víðsýntur, at hann ger føroyska bygdasligheit til eitt universelt og alment fyribrigdi á støði við Steve Earle og Bruce Springsteen. Her hendir svarta einki!

Minnist, at Teitur gekk í Eysturskúlanum og lurtaði eftir Jayhawks, Grant Lee Buffalo og Counting Crows. Seinni møttu vit honum og Rupert Hine í Kalifornia. Tað var fyri fimm árum síðani. Minnist enn at eg skrivaði í ferðadagbókina um eina sangin “Hann hevur Paul Simon karat.” Orðini standa enn.

Frá Universal-umboðskvinnuni fyri fimm árum síðani fingu vit nýkomnu fløguna Poetry & Aeroplanes, sum eg ikki mátti spæla í Útvarpinum, tí hon var bara ætla amerikanska marknaðinum. Heimkomin, byrjaði Listastevnan og Catja Cardenal úr Nikaragua bleiv so fegin um hesa fløguna hjá Teiti, at hon fekk hana til gávus. Soleiðis endaði mín fyrsta Teitur-fløga í Nikaragua.

Sum ein áhoyrari longu í morgun skrivar á MySpace: Takk fyri eina feita konsert, Teitur!