Skip to main content

Vladimir úr Kiev



Vladimir við bilinum og niðast Hollywoodskeltið, langt burturi (Myndir: Birgir Kruse)

- Í nítjan ár havi eg verið amerikanari og hetta er mín frælsismaskina, sigur Vladimir úr Kiev. Eftir at hava spurt okkum hvaðani vit eru, undrast hann yvir at vit enn ikki hava fingið okkum ein vápnaðan her, gjørt kollvelting og skapt okkara egna ríki.

- Jú, kanska verður tað einaferð, siga vit heldur lot og fjálturstungin. Fyri skomm skyld leggja vit afturat, at størsti politiski flokkur í løtuni er loysingarsinnaður. So kanska eru vónir í so máta.

Tað dámar Vladimir, sum fer í gongd við eina søgu um Sankta Pætursborg, betra borgaraskapið, og so tað fátæka, stríðandi fólkið úti um landið. Og kommunistarnar, ið skapa split, mitt ímillum. - Hygg eftir Vyborg, har er úrslitið, sigur hann og gerst eitt sindur snjallari á málinum enn eg brýggji meg um.

Púra samdir í hesum stutta úttanríkispolitiska parløri, takka vit fyri túrin og steðga við amerikansku dreymafabrikkina Universal Studios.