Skip to main content

Waterworld




Waterworld er best umtókta show hjá Universal (Myndir: Birgir Kruse)

Best umtókti leikur í risastóra garðinum hjá Universal Studios er Waterworld, ið byggir á filmin við sama navni frá 1995, har Kevin Costner spældi við. Kulissurnar úr filminum eru brúktar aftur og søgan verður endursøgd á ein interaktivan hátt, sum var tað gladiator-dystur í gamla Róm, har áskoðararnir avgera lagnuna hjá teim leikandi. Áskoðararnir eru væl upplagdir, hóast teir fáa eina skolu fyri og aðra eftir.