28.9.08

Sólsetur í Syðradali


Gæs í sólsetri við Syðradalsvegin í dag (Myndir: Unn og Birgir Kruse)

Havnin er so vælsignað plaserað, at eftir lítlari løtu kanst tú verða burturi í óbygdum. Tú kanst ganga um Kirkjubøreyn, ella koyra eftir vakra vegnum til Syðradals. Alla ársins tíð er tað ein fragd fyri eygað at síggja sólina seta av Syðradalsvegnum. Ikki minst í dag. Meðan Jens Eli Ellefsen syngur í kvøðuljómunum um sól, ið søkir sær hav. Gamaní er tað bygdasligt. Men tá nakrar prúðar gæs kom spankulerandi, tá kennir tú teg í pakt við føroysku náttúruna. Kanska er tað bara bygdasligt at vera føroyingur. Í hvussu er ein sunnudag á heysti.