10.10.08

Fría orðið sett til sølu

Fert tú á kjakstaðin www.kjak.fo kanst tú lesa hesi boðini: "Tíðverri er forumið niðri í løtuni. Vinarliga royn aftur seinni." Kjakstaðurin er settur til sølu. Við eddum og øllum (Búmerki)

”Tá Dimmalætting fyrr í ár keypti Vinnuvitan og Vikublaðið, fylgdi ein heimasíða við í keypinum, sum ikki passaði inn í virksemi okkara…”
Dimma 10. oktober 2008

So er tað sagt. Tí soleiðis byrjar oddagreinin í nýggjastu Dimmu. Og so kann lesast ein drúgv og samansett frágreiðing um, hví Dimma ikki hevur megnað at hildið hús á http://www.kjak.fo/.

Samstundis verður lesarin vissaður um at øll redaksjonell sjónarmið, líka síðani fronsku kollveltingina, hava og støðug verða hildin á Dimmu.

Okay, hevur tú áhuga í rigor mortis, so er hetta spennandi lesnaður.

Men mest áhugavert haldi eg tað vera, at Dimma í ónevndu oddagreinini sær fyri sær førleikan sjálv at stýra tí, ið hendir á netinum. At seta dagsordanin í cyberspace. Ein sjáldsama avbjóðandi anakronisma.

Greitt er, at gamla Dimma er farin iðranargongd, nú hon setir fría orðið til sølu. Í leiðandi oddagreinini. Gud viti, hvat lýsingaprísurin er á tí plássinum.