31.10.08

Hamari Tórs til gávus


Í dag fekk Anna Malena Niclasen, skrivstovufólk á Býarbókasavninum í 25 ár, eina sjáldsama vakra brosju frá Tórshavnar kommunu. Brosjan ímyndar hamara Tórs, Tórshamar, sum er býarmerkið hjá Havnini. Tað er listamaðurin og floksfelagin í Hoydølum, Anker Eli Petersen, ið hevur gjørt elegantu brosjuna. Meðan eg gekk í studentaskúla í Hoydølum og á læraraskúla á Frælsinum, setti eg bøkur á pláss í Býarbókasavninum. Tað var mangan stuttligt. Ikki minst at skifta orð um mest læntu bøkurnar tá og nú. Tá vóru nøvn sum hin rættuliga gamaldags J. Bech Nygaard, ið er fulkomuliga horvin í dag, eins og spenningssøgurnar hjá Alistair McClean. Men Ken Follet, sum var nógv læntur tá, er enn millum mest læntu bøkur í Havn, vildu bókavørðir og skrivstovufólk vera við henda hugnaliga morgun á ovastu hædd í Býarbókasavninum, har sum Barnabókasavnið heldur til. Kartni Ravnsfjall, mín vinmaður heilt frá tíðini í Hoydølum, er einasti hani í bókareiðrinum.

(Myndir: Birgir Kruse)