18.10.08

Havnarkvinnur um Havnarmenn

Katrin Ottarsdóttir og Jóannis Nielsen kjakast í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir frumsýningina av “Ein regla um dagin má vera nokk”, ið er um Tórodd Poulsen. Næsti filmur hennara verður um Jóannis Nielsen (Myndin: Birgir Kruse)

Fríggjakvøldið varð filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir “Ein regla um dagin má vera nokk” frumsýndur á stevnu í Norðurlandahúsinum. Filmurin lýsir Tórodd Poulsen og hansara skaldskap á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.

Eins og klassikarin “Regin útiseti” frá 1986, lýsir filmurin ein føroying í útlegd. Málið hevur hann við sær, hin útilagni. Ímeðan er ymist hent. Regin stetlar illgondur í túninum og Tórddur kenst á ein líknandi hátt skerdur í útlegdini. Hetta gevur eina spennandi inngongd til tað, ið er millum reglurnar hjá Tóroddi.

Eins og tær fáu reglurnar, eru útsagnirnar hjá Tóroddi one liners. Sniðfundiga avbjóðandi, men eisini ertandi. Og so brýtur Tóroddur seg sjálvan av. Nú er ikki meir at siga. Tað er bara so.

Hetta gjørdi filmin behagiliga hugvekjandi. Hóast skørp skot, serliga móti breggjandi tjóðskapinum í fjara heimlandinum, hvíldi hann í sær sjálvum. Og hin brúsandi hammond urgan í bólkinum hjá Kaj Klein var ein so sjáldsama góður fylgisneyti hjá Tóroddi í Føroyahúsinum við kitsjaða diskinum, har myndakalendarin aftur nemur við útlegdina.

Fyrr hevur Katrin lýst Hans Paula Olsen. Triði filmur, sum ætlandi verður liðugur næsta ár, er um Jóannis Nielsen. Havnarmaður, sum eingin.

Á filmstevnuni í Norðurlandahúsinum sýndi Ingun í Skrivarastovu filmin “Í hansara hondum”, ið er um Janus Kamban og vinalagi við Hans Paula Olsen.

Meðan kvinnur neyvan síggjast í politikki og almenna føroyska rúminum, er áhugavert at staðfesta at á filmi eru tað kvinnur, havnarkvinnur, ið lýsa havnarmenn.

Á filmstevnuni vísti onkur ungur havnarmaður talent. Kanska fer onkur teirra at lýsa havnarkvinnur. Veruligar ella mytologiskar, núlivandi, ella farnar úr tíðini. Spennandi.