19.10.08

Hoedown í Norðurlandahúsinum


Ovast signerar Ragnar í Vík fløgu til Hera Dam. Enn fegnari var Hallur Joensen, sum seldi og signeraði hópin av fløgum. Aftanfyri er dótturin (Myndir: Birgir Kruse)

Leygarkvøldið fegnaðust mong um at kontritónleikur varð sloppin inn í Norðurlandahúsið. Eitt statement, tey settu ájavnt við almennan mentanarpolitikk. At kontritónleikur endaliga varð góðtikin av teim ráðandi í Havn.

- Ja, nú eru vit sloppin til háborðs, segði Oddbjørn úr Klaksvík so hjartansfegin og javnmetti pallseting og tónleikarar við Grand Ole Opry.

Okay, um tað gekst so væl, kunnu tit lesa um í Sosialinum, har eitt ummæli verður undir yvirksriftini "Í øvutari raðfylgju".

Men eitt er vist. Bluegrass tónleikur hevur fingið fastatøkur á mongum føroyingum. Og samstundis eiga tey evnini at spæla bluegrass, ein praktfull tónleikagrein, ið onkur kallar hvítan hesta jazz.

Enjoy, og lurtið eftir bluegrass. Ikki bara The Isaacs, men eisini Alison Krauss og The Cox Family.

Og so ein lítil perla: farið á YouTube og leitið fram "Let the lower lights be burning - hymn learned in The Faroe Islands" við Kathy Chiavola. Hon sang á fyrstu Listastevnuni 2001. Tvífalt enjoy!