27.11.08

Heilt hundrað




Borgarstjórarnir Heðin Mortensen í Havn og Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík fegnast um 100 ára búmerkið hjá Tórshavnar kommunu. Ole Wich og Bent Kjærbæk, sum gjørdu búmerkið, fáa heilsan og niðri undir sæst búgvið borð, við fløggum, í Mullers Pakkhúsi. Niðast ger Ole Wich búmerkið til borðfløgg, innan alt verður avdúkað. Á aðrari flaggsíðuni er sjálvt búmerkið og hinumegin eitt av árstølunum frá 1909 til 2009 (Myndir: Birgir Kruse og Sanne Storm)

Á samkomu í Mullers Pakkhúsi í dag varð búmerkið fyri hundrað ára haldið hjá Tórshavnar kommunu avdúkað.

Búmerkið er talið 100. Hetta er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009.

Lesa vit búmerkið frá vinstru móti høgru, síggja vit fyrst talið hundrað, men eisini hamara Tórs, almenna búmerkið hjá Tórshavnar kommunu.

Reyða og bláa litin kenna vit úr kortum, ímyndandi hav og land. Somu litir, reytt, blátt og hvítt, kenna vit úr tjóðskaparligu flagglitunum, men eisini í búmerkinum hjá Tórshavnar kommunu, ið er hamari Tórs.

Hamarin er reyður og sker seg í bláu rundingarnar. Fyrri blái rundingurin er sjónarringurin og alt tað, sum er sjónligt. Seinni rundingur er víðkaði sjónarringurin, heimsfevnandi sjónarvinkulin, ið grípur framtíðina og letur Havnina upp fyri umheiminum.

Reyði liturin bendir á vøkstur og framgongd, men eisini passjón og útferðarhug. Í so máta stendur blái liturin fyri ró og dýpd.

Vit kunnu fara enn nærri og síggja, at reyði hamarin er býurin og hvíta nevið er gamla Havnin – Tinganes – ið sker seg út í bláu vágna og skilir vøtnini.

Vit kunnu verða enn málvísari og siga, at reyði hamarin er pílurin, ið peikar fram og ber boð um, at her er vøkstur, framgongd og trivnaður.

Samstundis er hamarin, ella reyði pílurin, bundin at havinum, sum í øldir hevur verið inn- og útgongdin í Havnini.

Bláa havið fyllir nógv hjá fólki í Tórshavnar kommunu. Flestu hava útsýni yvir fjørðin og síggja lættliga fyri sær mánan yvir Nólsoyarfjørð, sum vit syngja um og siga søgur um.

Tað er listamaðurin Ole Wich, ið hevur gjørt búmerkið í samstarvi við grafikaran hjá Tórshavnar kommunu, Bent Kjærbæk.