Skip to main content

Vinir, ið vilja

Allir í stovuni hjá Sonhard fyri jól í fjørð. Reyði bussurin hjá Olaf Joensen hjá Boy bíðar í túninum og koyrir okkum norður í Múla. Húsini eita Har uppi og hava gøtunummarið 2, har Petur Rouch valdi 5 tær bestu fløgurnar í fjørð (Myndir: Olaf Joensen, Olaf hjá Boy, og Birgir Kruse)

Fyri fimtan árum síðani, í 1993, hevði eg sendingina Kuffertið. Ein ferðandi sending í heimstónleiki. Einu ferðina hevði sendingin temaið The Pan American, jarnbreytin, sum Hank Williams vaks upp við.

Eg lánti nýkomnu fløguna The Health and Happiness Show frá Hera Dam og lat hana verða støðið undir sendingini eitt mikukvøld hetta árið.

Um kvøldið ringir ein klaksvíkingur og spyr hvaðani eg hevði hasa plátuna. Eg skilji at hetta er ein vitandi maður. Hann veit alt um Hank Williams og sangir og plátur hansara. Eisini hesa nýggju, sum hann ikki hevði hoyrt áður.

Maðurin eitir Oddbjørn Vágslíð og henda samrøða um Hank Williams gjørdist støðið undir countryklubbanum, sum hvørt ár síðani hevur verið saman. Onkuntíð undir navninum Spf Kúfóður, onkuntíð undir navninum Kúrekafelagið, onkuntíð undir navninum Kontríklubbin. Við K.

Fyrstu ferðina vit vóru uttanfyri Havnina var í fjør. Tá vóru vit í Múla. Fleiri hava ljóðføri við, ikki bara gittara, men eisini Hawaii-gittara.

Á myndini ovast síggjast Oddbjørn Vagslíð, Petur Rouch, Milson Zachariasen, Sonhard Johannesen, Noel Joensen, Terje Sigurðsson, Jóhan á Plógv og eg sjálvur. Heri Dam var ikki við hesuferð og Ragnar í Vík, sum javnan hevur verið við, var í Grønlandi.

Petur, sum er vertur í útvarpssendingini Rót og Rútma, valdi fimm tær bestu fløgurnar í fjør. Tær vóru við Porter Wagoner, Robert Plant & Alison Krauss, June Carter Cash, James Hand og Mark Chesnutt.

Noel og Sonhard, sum høvdu verið í Nashville, vístu frálíkar filmsupptøkur, m.a. har Noel syngur Fagra Blóma/Blue Eyes Crying in the Rain saman við Kathy Chiavola á pallinum í bluegrass spælistaðnum The Station Inn í Nashville.

Í ár verða vit í fjósinum Dixie í Havnardali, har Jóhan á Plógv er vertur. Noel er burturstaddur, men bróðurin Hallur Joensen verður við. Aðrir nýggir eru Jóhan Petur Hansen, sum spælir mandolin og Jón Johansen, ið er kunnugur við hestar.

Eins og undanfarin ár verður skráin drúgv, m.a. við quiz, har vinningurin er nýggja fløgusavnið Mother's Best við Hank Williams upptøkum frá 1951.

Allir gleða seg til ein spennandi dag burturi á heiði í nýfalnum kava.