16.1.09

Framá, BiografFøroyar!

Yours truly í 3D brillum í Hollywood, august 2008
Heini Gaard spyr í Dimmalætting í dag: Birgir Kruse, Er nakað, tú sært serliga fram til á filmkalendaranum 2009 ?

Ja so avgjørt: Menn, ið hata kvinnur – mest lánta bók á býarbókasavninum, har bíðitið er í vikur, hóast fleiri eintøk eru. Samstundis mest selda bók í Norðanlondum, sigst. Eftirsum Býarbókasavnið samstundis fyllir 40 er filmurin settur á 100 ára skránna hjá Tórshavnar kommunu.

Og fremsti vitari innan krimisjangruna, okkara egni Jógvan Isaksen, fer at innleiða. Og so fáa vit eitt glas av sjampus. Ein ordilig frumsýning, opin fyri øllum, mitt í Havn.

Og so síggi eg fram til filmin Brúðgomminn (Wite Night Wedding) eftir Baltasar Kormákur, sum verður sýndur á íslendsku filmsdøgunum í Havnar Bio 22-26. apríl 2009. Ársins filmur í Íslandi.

Og so síggi eg eisini fram til heimildarfilmin um Jóannis Nielsen, sum Katrin Ottarsdóttir ger, hin triðja í røðini um menn úr Havn.

Eg vóni, at ein filmklubbi fer at blóma í høvuðsstaðnum, ella har sum fólk eru, ið hava áhuga fyri filmi. Ella at ein triði og fjórði biografsalur kemur í Havnar Bio og fer at halga seg listarliga áhugaverdum filmi.

At hava áhuga fyri og vitan um film er ikki nóg mikið. Tað er arbeiðskrevjandi at taka á seg at vísa film, bara fyri listagreinina og ikki fyri marknaðin. Tað vita tey, ið reka Havnar Bio alt um.

Kanska tørvar tað heldur hjá teim mongu filmshugaðu at møta, tá tílíkur filmur er á skránni. Tað er ikki heilt sjálvdan. Ofta er nærum tómur salur, tá nýggjur og listarliga áhugaverdur filmur verður vístur. Tað er spell, tí Havnar Bio, sum virkar á handilsligum grundarlagi, fær tá høvi at aftra seg at vísa tílíkan film - fyri tómum sali. Tað er sólar klárt, hóast tað stendur sum ein treyt í biografloyvinum, at listarliga áhuga verdur filmur eisini skal vísast.

Eg vóni at ovurhonds útboðið av larmandi barnafilmum sum Harry Potter og yvirnatúrligt spekulasjónsvrøvl í kjalarvørrinum av Da Vinci Code – sum Angels and Demons – fer at hasa av og vit fáa nakrar filmar, ið leita aftur til røturnar og í størri mun byggja á eina filmiska frásøguhevd, heldur enn larmandi effektir einans. Lívið er ikki ein ótálmað ferð á kustaskafti til Bloksbjørg.

Eg vóni at nýggja filmsárið fer at geva okkum filmiskar upplivingar, sum í størri mun enn higartil fara at geva biografgangarum høvi til refleksjón og ikki bara kensluliga forføring í kvasireligiøsum vevnaði.

Nils Malmros kemur við einum nýggjum filmi ’Kærestesorger’ 13. mars. Summi siga hann vera nalvapilkandi, men eg taki tað sum boð uppá at hann er egin – ein rættur auteur – og tað er frálíkt. Hann hevur nakað at koma við, tá hann arbeiðir við egnum tilfari.

Gleði meg eisini at síggja Bruno Ganz í ’Der Baader Meinhof Komplex’. Øll sóu hann spæla Hitler herfyri. Mær dámar væl at síggja film, har fólk í ekstremum støðum verða lýst. No mercy. Á filmstevnu í Reykjavík fekk eg høvi at taka í hondina á Ganz – tað var sjáldsamt.

Sovorðin høvi, filmfestivalar, ynski eg mær eisini í BiografFøroyum.

Og so síggi eg eisini fram til at fleiri av teim filmum, sum vit alla tíðina síggja umrøddar í útlendskum sjónvarpi, ’Premiere’ í DR og ’Talking Movies’ í BBC, í størri mun koma hendan vegin, so vit í heimliga biografmyrkrinum sjálvi kunnu síggja og meta um tað, ið rørir seg úti í stóru verð og ikki altíð lata okkum undirhalda av second hand tilfari, gjørt til onnur fólk í øðrum londum. So eg sigi: Framá, BiografFøroyar!