13.2.09

Múrar í Havn á vetri




Múrar í Havn avmyndaðir í viku 7, 2009 (Myndir: Birgir Kruse)

Nú so nógv verður tosað um The Wall er stuttligt at finna múrar, veggir og lagaðar garðar í miðbýnum í Havn. Teir eru ikki so fáir, múrarnir í Havn. Summir heilt vakrir, aðrir meira forvitnisligir. Í vikuni fangaði myndatólið hesar múrar, frá pisshúsinum á Vaglinum, framvið Boysensgarði, Amtmansgarðinum og út á Skansan.