Skip to main content

Fyrsta lambið var svart


Veit ikki um tað er tekin um ringan heystskurð, tá fyrsta lambið tú sært er svart. Lambið sá eg á Velbastaðhálsi langafríggjadag. Kring oyggjarnar er útróðarlívið fult at ófrættateknum. Mortan Nolsøe (1924-1987) skrivar upp í leypar um tílík omen í bókini ‘Trúgv og siðir í sambandi við útróður í Føroyum’. Sum bókaheitið sigur, er bert talan um tekin, knýtt at sjógvi og útróðuri. Har eru mangar stuttligar og ikki sørt skakandi frásagnir frá harðbalnum útróðrarmonnum í Suðuroy. Tykist ikki sum landbúnaðurin hevur verið líka søgufróður á hesum øki. Fjallið og hagin eru kanska ikki eins hóttandi og havið. Havið, ið sambært danska rithøvundan Carsten Jensen, er psykopatiskt. Men hvør veit, kanska eru onkrar lokalar søgur um omen í landbúnaði.