Skip to main content

Funky orka!

Bárður hongur litfagra myndlist upp í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Birgir Kruse)

Bárður Dal Christiansen, 24, sigur at hetta er Funky Orka. Framsýningin er partur av Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu og tilfarið er tekningar og málningar. Spennandi og leikandi stuttliga framsýningin hjá Bárði er opin til 2. juni, tá mentanarvikan 2009 er í nánd og ein nýggj listakvinna fer at sýna fram.