Skip to main content

Børnini í fokus






Á Tórsfagnaðinum vóru børnini í fokus. Andlitsmáling, krabbar, talv, tónleikur og evnini at raka seymin beint á høvdið. Og so fóru tey vaksnu børnini at ganga túr, halda fyrilestur, spæla hondbólt og brenna bál.

Fyri Tórshavnar kommunu hevði Havnar Fimleikarfelag, sum eisini fyllir 100, skipað fyri øllum tí praktiska á Tórsfagnaðinum. Og væl hepnaðist.

Veðrið varð til vildar, nakrir góðir sólarglottar, millum annað tá Ólavur Hátun stjórnaði Havnarkórinum. Turt allan dagin, hóast samandrigið og myrkt nakrar løtur.

FAROE5 høvdu eitt framúr show, sama kann sigast um Stewies Loveranch, sum er nýggja navnið hjá Ragnar Finnson, Hóps og Ramon, beatboxara. Eisini Meyla, Rógvi Dam og fleiri undirhildu børnunum so tað var ein fragd at vera við.

Fólk steymaði til og frá og lagið var gott. Kanska tí at einki kostaði. Her var einki stress. Mest sum einasta bíðirøðin, hon var við gestabókina undir Smiðjuni í Lítluvík, har Kári Svensson hevði eina frálíka framsýning við nýggjum tilfari úr Havn.

Út á seinrapartin var túrur við Gunnari Hoydal at síggja hús, sum H.C.W. Tórgarð teknaði.

Eftir lokið hátíðarhald varð skjótt ruddað upp á Skáltrøð og vælhýrdu brandmenninir fingu hvør sína skuffu av 100 ára køkuni.

Øll høvdu á munni at Skáltrøð er besti staður til tiltøk av hesum slagi. Vónandi uppliva vit ágoðan á ólavsøku ella øðrum stevnum í býnum. Bæði umhvørvið og ikki minst utsýnið er hitt besta, tú kanst hugsa tær í Havn.