6.6.09

Mentanarnáttin 2009






Mikkjal á pallinum í Tjóðleikhúsinum mentanarnáttina 2009. Niðri undir síggjast teir í SIC saman við Jógvani Arge formanni í Mentamálanevnd Tórsavnar Býráðs og niðast saman við Mouldi Manai, sum bjóðaði teimum at grilla á terassuni eftir væleydnaða konsert (Myndir: Birgir Kruse)

Á Tjóðpallinum í Mentanargøtuni setti SIC punktum fyri Mentanarnáttini í Havn 2009. Betri kundi tað neyvan verða. Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs beyð fólki vælkomnum til hesa sjáldsamu konsertina og teir fimm í SIC royndu at læra Jógvan heavy-rokk teknið við fingrunum.

Aftaná eina bæði væleydnaða og vælvitjaða konsert á Tjóðpallinum, rullaði Mouldi Manai grillina fram á La Terasse í grannahúsunum.

Úr skakandi bulduri og braki í gamla Meiarínum upplivdu vit terapeutiskan midnáttarhugna hjá Mouldi, har markisur og gassbluss skaptu hita í junikuldanum. Tann reina suðurlendska vælvera.

Heilt frá túnabólti við skúlanæmingum og legendariskum old boys í Gamla Kommunuskúlagarði, súkkling fyri motionistar gjøgnum miðbýin, rundferð við Óla í gamla kirkjugarði, handan av riddarakrossi frá 200 í Vágsbotni, festligum hornblásturi við Hera á odda, annarleiðis myndlistaframsýningum í hópatali, dramatiskum brandvenjingum á Bursatanga, sjáldsamum midnáttarballónum á Vaglinum - og so góða veðrið og nógva fólkið - alt hetta gjørdi hin best hugsandi karmin um ein framúr góðan dag í Havn.

Gleði meg longu aftur til næstu mentanarnátt í høvuðsstaðnum.