27.7.09

Púra paff av Taff


Russ Taff tók øll á bóli í Ebenezer sunnukvøldið fyri ólavsøku (Myndir: heimasiðan hjá Russ Taff og Birgir Kruse)

Sunnukvøldið var eg í Ebenezer, har lýst varð við konsert hjá Russ Taff, fyrrverandi leiðara í The Imperials og tilsamans sjey ferðir Grammyløntur sangari.

Hóast rúmlig høli, var fullsett í Ebenezer. Saman við øðrum stillaði eg meg aftast, men við góðum útsýni framm á pallin. Á klingandi skotskum bleiv amerikumaðurin introduseraður og nevnt varð, at dótturin eisini var við og fór at syngja. Sum konsertin leið og skemtarin Taff var komin á pallin, gekk upp fyri mær, at dótturin var ein av mongu føroysku songrøddum hann hevði hitt undir vitjanini, Karlina Højgaard.
Havi ikki hoyrt Karlinu áður, men hennara versjón av sálminum um hinum Vanvirda Krossin var so intens sum aldri áður.


Russ Taff lovprísaði henni og fekk hin annars so stirvna salin í Ebenezer at svvvinga. Kanska hevði eg Tórshavnar Stórband í oyrunum enn – tey høvdu júst endað eina fantastiska uttandurakonsert í Tórsgøtu.

Taff svingaði og skemtaði víðari, eina løtu sum speiandi sølumaður hjá Bill Gaither og næstu løtu sum gløðandi pinsaprestur við báðum armum á lofti. Havi altíð undrast yvir løgnu religiøsu hevdina at lyfta armar og hendur í ævigari salu, tá sungið og prædikað verður. Lovsangur rópa tey sjangruna. Ein undarligur transcendens stílur við afturlatnum eygum. Kanska er støðan rein ekstasa handan eygnalokini.

Men hesa løtuna kendist hetta onkursvegnað rætt og gott. Allra best, tá Taff spyr um nakar í mannamúgvuni var á G í gjár. - Jú, rópar ein heil røð av balstýrnum unglingum, beint frammanfyri har eg standi. Tey jubla og onkur bríkslar. Og eg kreppi tærnar og hugsi at hetta ber ikki til í Ebenezer. Onkur hugsar tað sama og sleppur sær á dyr. Men so rópar Taff til tey ungu: ‘Weren’t we good?’ Og aftur kasta tey ungu seg í rúsandi jubil. Russ Taff hevði sungið á G festivalinum kvøldið fyri. Ebenezerkonsertin kókar, lagið er gott og Taff rópar kórdámurnar til sín og tey syngja alt katalogið av bestu gospelskuffu.

Og bráddliga er Linda Andrews á palli við ‘Amazing Grace’. Hetta er besta sangframførsla eg yvirhøvur havi hoyrt. Løtan varð hin rætta og røddin fór gjøgnum heilt, upp og niður eftir súlum, trappum og teskandi gallaríi.
Umframt Karlinu Højgaard og Lindu Andrews, sungu Judy Andersen og Margretha Poulsen kór.

So kemur Lena Andersen á pallin og tey skiftast um duettir. Taff biðjur Lenu syngja hennara hitt, Oh My Lady. Tey harmonera perfekt og ungu fólkini av G festivalinum klappa og jublaðu aftur, tá tey raka eina ávísa strofu i sanginum.

Eg eri púri paff av Taff.

Gamla heiðurliga Ebenezer, har bara mjúkir seigligir tónar høvdu innivist, máttu víkja fyri ágangandi rútmum og sangi. Beint frammaná. Fólk plaga at tosa um rørandi løtur. Hetta var meir enn tað. Í orðsins mest jaliga týdningi var hetta ein skakandi løta.

Serliga eginleikin hjá Taff at draga føroysku sangararnar fram. Haldi, at Ebenezer við hesari konsert hevur dyrkað nýtt lendi. Hetta var ein sýnisgluggi við fremstu rútmisku tónleikaligu dygdum í landinum. Baksýnið og perspektivið átti Russ Taff.

Upp undir tjóðarhátíðina varð hetta eitt verdugt úttrykk, sum hóast sprelskt innihald, ikki tók pettið av dogmatisku prædikuhevdini. Kanska tvørturímóti.

Á midnátt var Russ Taff aftur á palli. Tað var úti, niðast í Tórsgøtu, har Victor Carlsen skipaði fyri konsert og felagssangi við støði í útimøtum í miðbýnum í 1970’unum. Saman við øllum meinigheitum í býnum sang Taff We will Stand.

Á heimasíðuni sigur Russ Taff í sambandi Føroyavitjanina: We know that music crosses all barriers and the Lord is pouring out His Spirit upon all. Ein góð sloyfa er knýtt um eitt lívligt vikuskifti í býnum.