22.8.09

Igulker smakkar væl




Birgir Enni opnar eitt igulker (Echinus esculentus) á borðinum hjá Tórshavnar Bátafelag. Skiparin á The Witch of Pungo fær eisini ein smakk (Myndir: Birgir Kruse, Unn Kruse, Jan Egil Kristiansen niðast)

Inni í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelagi bjóðar Birgir Enni feskt igulker, nú Matfestivalur er í býnum. Ein amerikumaður, sakførari í New York, royndi eisini The Sea Urchin. Sjálvur triði hevur hann siglt higar í seglbátinum The Witch of Pungo, sum er skrásettur í Newport á Rhode Island. Í løtuni liggur báturin í Vágsbotni, aftanvert Norðlýsið. Bátsfelagarnir standa í barrini hjá bátafelagnum og hava eins og sakførarin ongan hug at fara úr Føroyum aftur. Her er so gott at vera, siga teir og fáa eina 100 ára nál í bringuna. Helst verður báturin í Føroyum veturin yvir. Igulker hevur áhugaverdan konsistens, lit og smakk, sum henda dag er sjáldsama mildur. Ein køld øl afturvið er góð.