Skip to main content

- Vit sóla okkum í okkum sjálvum

Yours truly í stovuni fyri ólavsøku tá Jústinus vildi hitta meg til eitt stevnuprát. Á borðinum armbond til Asfalt og við Múrin og so ólavsøkusangheftini eisini (Mynd: Jógvan Kruse)

Inni í hugnaliga býlinginum Tórsbyrgi, nærri roknað í nummar 18, situr Birgir Kruse heima og heldur summarfrí við øðrum beininum framvegis í arbeiðinum sum mentanarsamskipari, nú høvuðsstaðurin fyllir 100 ár sum kommuna

SAMRØÐA Jústinus Leivsson Eidesgaard
Gratisavísin 27. juli 2009

Eg havi sett honum stevnu fyri at tosa alvorligt um ólavsøku og stevnur og kanska eisini um festivalar, sum hann eisini hevur hug at kalla stevnur. Og tað eru rámandi lýsingar sum koma av varrum Birgirs, væl skorin fyri tungubandinum sum hann er og fjølmiðlavanur sum fáur.

-Á Ólavsøku definerar føroyska tjóðin seg sjálva. Vit sóla okkum í okkum sjálvum, og tað er ein natúrligur tørvur, sigur Birgir Kruse, áðrenn vit raka evnið og meðan kaffiroykurin eymliga tirrar nasagluggarnar.

Ólavsøkan er fyri framman, og Birgir heldur, at hon er tann einasta sum tolir at verða hildin yvir fleiri dagar.

-Tíðin er farin frá stevnunum, soleiðis sum vit hava kent tær seinastu mongu árini. Eg haldi ikki, at bygdarstevnurnar klára at bera meira enn ein dag og hesin dagur eigur helst at hava eitt tema, sum savnar fólk, sigur Birgir Kruse.

-Eg var á norðoyastevnu í ár og har var einki fólk. Har var einki tiltak, kappróðurin undantikin, sum kundi savna fólk. Í fjør var eg á Sjómannadegnum í Klaksvík, har var nakað heilt annað. Her var eitt tema fólkið savnaðist um, sigur Birgir Kruse.

-Eg haldi, at tað er ein trupulleiki við stevnum í Føroyum, at útbjóðarin ikki tekur publikum í álvara. Tað snýr seg um at finna upp á okkurt nýtt sum kann generera pengar, tá rindi eg fegin, men tað skal vera okkurt unikt. Publikum er kræsið og forvitið, sigur hann.

-Tað er ítrótturin, sum er útbjóðari á stevnunum og hann megnar ikki at levera vøruna, og hann verður noyddur at hugsa av nýggjum. Tað er ikki nógmikið við candyfloss og ballónum, sigur hann.

Og Birgir eru bjartskygdur fyri komandi ólavsøkuna, tí nú er veruliga nakað nýtt á veg.

-Fyrireikararnir hava avgjørt at flyta virksemið í Kommunuskúlagarðinum oman á Skálatrøð og Kommunuskúlagarðurin skal nýtast til parkering. Har verður eitt stórt telt, og Páll Finnur Páll fara at spæla, og teir megna at fanga unga fólkið. Eisini hevur kommunan avgjørt at seta fleiri hoppiborgir upp til børnini og hetta er ókeypis . Eg rokni við, at tað verður munandi betri samband millum tiltøkini í miðbýnum, nú ein fittur partur av virkseminum er flutt á Skálatrøð. Her eru fantantiskar umstøður við bestu útsiktini í Havnini og eg rokni við at tað fer at eydnast av savna nógv fólk her, sigur Birgir Kruse.

-Fólk dáma at vera saman í fjøld og er virksemið spreitt kring býin, tá savnast fólk ikki. Í Tórsgøtu verður tónleikapallur og miðbýurin verður ein eind á ólavsøku av Skálatrøð á Bursatanga fyri fyrstu ferð á okkara tjóðardegi, sigur Birgir, sum er spentur upp á ólavsøkuna í ár.