22.11.09

Charley er lendur






Charley Pride er lendur og honum á baki kemur Hallur Joensen í land. Niðri undir síggja vit sonin Dion og beiggjan Stephen. Niðast er tað hin fryntliga Súnfríð, ið skrivar Charley inn á Hotel Hafnia (Myndir: Asbjørn Knudsen og Birgir Kruse)

Beint eftir døgurða leygardagin 21. november lendi Charley Pride í Vágunum. Við sær hevur hann orkestur, sonin Dion og bróðurin Stephen. Hallur Joensen, ið hevur Charley Pride sum størstu livandi fyrimynd, var við í flogfarinum. Charley, ið er prátingarsamur og forvitin, spurdi avgreiðslukvinnuna í tollfríu búðini, hvussu hon æt og hvussu navnið úttalaðist. Sonur Dion var serliga fegin um at síggja allar tær gomlu pláturnar, sum føroyingar eiga av pápanum Charley Pride. Hann er avmyndar við gomlu plátunum á Café Natúr, meðan Stephen er avmyndaður á Hotel Hafnia, har tey øll 15 búgva.