3.12.09

Sporini vaksa úr orðum

Katrin og Jóanes stóðu í hurðini og tóku móti gestum til frumsýningina. Jóanes situr hugsunarsamur á pallinum, innan fólk koma inn. Hvørki hann ella nakar áskoðari hevði sæð filmin innan hann varð frumsýndur. Heðin Mortensen borgarstjóri beyð vælkomin og Katrin Ottarsdóttir segði nøkur orð um filmin innan sýningina. Eftir sýningina vórðu bukettir handaðar og Katrin og Jóanes settu seg á pallin og tosaðu eina løtu um filmin. Endin á filminum er stuttligur og speiandi. Helst er tað júst hetta, Carl Jóhan og Jóanes tosa um. Meira sigi eg ikki (Myndir: Birgir Kruse)

Í kvøld frumsýndi Katrin Ottarsdóttir filmin Sporini vaksa úr orðum á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya, í Havn. Filmurin lýsir rithøvundin Jóanes Nielsen, og er hin triði, sum Katrin hevur gjørt um listamenn úr Havn. Frumsýningin var partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu, so Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin til hugnaligu løtuna. Katrin Ottarsdóttir greiddi síðani frá um filmin og hvussu hann bleiv til. So var filmurin sýndur. Eftir frumsýningina handaði borgarstjórin blómur til Katrina, Hugin Eide og høvuðspersónin í filminum - Jóanes Nielsen. Stutt prát var teirra millum eftir sýningina, men mest hugvekjandi var, tá mamma Jóanes tók orðið. Hon er úr Sumba, so henni nýttist ikki mikrofon. Hon helt seg kenna sonin væl aftur í filminum. Ein praktfull løta og ein undirhaldandi filmur, sum á ein spennandi hátt gongur í ring kring Jóanes, ið lýsir seg sjálvan sum reyðan prest, ið fyrst og fremst er yrkjari, men eisini provokatørur og Havnarmaður. Fríggjadagin verður filmurin ummældur í Studio 2 eins og filmur verður umrøðuevni í Eygsjón. Leygardagin og frameftir verður filmurin sýndur aftur í Meiarínum. Filmurin verður sýndur so lagaligar tíðir um vikuskiftið, at eg fara at mala øllum teimum, ið skipa fyri jólaborðhaldi í miðbýnum at byrja her. Filmurin um Jóanes Nielsen er ein hugvekjandi rundferð í Havnini, sum aldri er sædd áður. Framúr forspæl til jólaborðahaldið. Og so skeinkja tey Sierra Nevada á Hvonn. Enjoy!