22.4.10

And The Grass Won’t Pay No Mind

Her reistu teir gomlu Filadelfia í Gøtu. Nú er alt gras. Niðri undir, og Áðrenn Elvis, sæst Meinhard Jensen við sjáldsamasta gripinum í kjallaranum í Geytagøtu 'Goodbye, Babylon' við óspunnari bummul (Myndir: Birgir Kruse)

Her var tað at abbar okkara, Meinhard og Marius, stovnaðu Filadelfia saman við øðrum brøðrum í Gøtu. Nú er alt gras og vit kunnu siga sum í sanginum hjá Elvis The Grass Won’t Pay No Mind. Einki leggur grasið í tað. Neil Diamond, tað frágera skald, yrkti henda fitta ástarsang millum fjals og fjøru.

Í meðan, og eftir Elvis, er Filadelfia flutt, nærri Norðragøtu, framvið bæði Gróti og Missiónshúsi.

Men yvir øllum dagar enn sum áður Gráabrúgv, har vit tóku skurapisur. Eina í hvørja ermu á Klaksvíksulpuni og so knút á og oman brekkuna.

Meinhard, sum hevur navn eftir abbanum í Norðragøtu, Hellu Meinhard, bjóðar nátturða. Kjógv úr Kunoy, haðani konan Rutt er slekta, og so niður í kjallaran, har Meinhard ger sendingarnar, sum eru um einki. Tað vil siga um tað, sum var áðrenn Elvis. Og sambært John Lennon, so var tað einki. Tí, innan Elvis var einki.

Hugvekjandi stuttligt við einum so avbjóðandi heiti, sum Áðrenn Elvis.

- Og millumnavnið hjá Elvis er Aaron, Aaron Elvis, sum ikki er so langt frá Áðrenn Elvis, sigur Meinhard heima í Geytagøtu 34, ovarlaga í Norðragøtu, meðan vit síggja oman á húsini hjá Øregaard, niðan á Eggina og yvir á kirkjugarðin.

Her í kjallaranum eru filmar, fløgur, plátur og bøkur. Og so ein telda uppi á einum klappborði, har Meinhard stendur og skrivar og lurtar.

Mest sum alt hevur ein sambindingarlið til Bob Dylan. Her eru helst allar bootleg fløgur, sum til eru við his Bobness, m.a. ein konsertupptøka úr Christiania, eg aldri havi sæð áður. Vit tingast um favorittin, eg halli til John Wesley Harding, men tá eg síggi Nashville Skyline havi eg hug at broyta meining, men nei. Hin fyrra er betri.

Sjáldsamasti dýrgripur í kjallaranum er ein kassi úr ljósum sedrisviði. Uttan á stendur Goodbye, Babylon og undir lokinum eru fløgur, bíbliuørind og bummull, tikin í sveitta av heiðini har suðuri í landinum. Hetta er gullið hjá Meinhard. Kassin er bestiltur frá Amazon og verður skynsamiliga brúktur í útvarpssendingini Áðrenn Elvis.
Tá Meinhard hevur latið kassan upp og víst mær ektaðu bummullina frá the cotton fields, kemur sambandið við Bob Dylan fyri dagin.

- Henda kassan sendi Bob Dylan til Neil Young, sum hevði rundan føðingardag fyri nøkrum árum síðani. Aftaná gávuna, sigur verturin í Áðrenn Elvis, at the godfather of grunge, bleiv siteraður soleiðis á NPR Music:

- I recently got a gift from Bob Dylan, a good old friend of mine. He gave me a gospel collection of great old American music and early country roots from old 78s. It's the original wealth of our recorded music; it's the cream of the crop and has the history of each recording. It's a great old set called Goodbye, Babylon, and it's incredible. It's in a wooden box and everything, and it's just so beautiful!

Og alt hetta hoyrdi eg undir Gráubrúgv ein dag í apríl. From Dust to Digital.