5.6.10

Michael Raedecker í Norðurlandahúsinum


Michael Raedecker er dj í foyéruni í Norðurlandahúsinum (Myndir: Birgir Kruse)

Umframt at vera dj, tá Rannvá Kunoy lat upp framsýningina "Frontal" í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, er Michael Raedecker spennandi myndlistamaður úr Amsterdam. Eftir bachelor útbúgving í mótasniðgeving, las hann á Rijksakademie 1993-1994 og flutti síðani til London har hann tók master prógv í myndlist á Goldsmiths College í London 1997. Raedecker, sum fekk The Turner Prize í 2000, hevur sýnt fram á Biennaluni í Venezia og á The Douglas Hyde Gallery í Dublin og hevur havt einkarframsýningar í Museum für Gegenwartskunst í Basel, Kunstverein í Salzburg, The Approach í London, Andrea Rosen Gallery í New York og Hauser & Wirth í Zürich.