Skip to main content

Gary Nichols

Gary Nichols syngur og spælir gittar i The SteelDrivers. Niðast í eini bluegrasstrio saman við Tammy Rogers og Mike Fleming (Myndir: Birgir Kruse)

Gary Nichols er fremsta sangrøddin í The SteelDrivers. Ein eyðkend rødd, sunnan úr mýrilendinum, har voodo og eitt bland av djevilskapi og guddómleika býr undir hvørjum orði og tóna. Men røddin kann eisini svinga seg upp í sjáldsama høgar bluegrassklangir.