Skip to main content

Heimsins besta lufthavn

So er mann aftur á linju í netverkssamfelagnum. Eftir tríggjar dagar er burturvilsta kuffertið komið afturí aftur. Haldi ikki at steypurin fyri bestu lufthavn 2009 er settur á rætta stað

Mánadagin skrivaðu vit okkum inn í Keflavík at flúgva til Minneapolis í Minnesota. Ferðin gekk eftir ætlan, men tá eg í komuhøllini bíðaði eftir viðførinum, var tað til fánýtis. Mítt kuffert var ikki við flogfarinum. Kanska var tað ein fráboðan frá hægri maktum at fráskriva mær alt og byrja av nýggjum. Í tólv stigum, úr Minnesota og til himmals.

Men á skrivstovuni fyri ‘lost and found’ var skrivað upp og greitt frá. Eg skuldi nokk fáa kuffertið aftur.

Tvær ferðir fór sólin í kav yvir slættlendið í Minnesota. Tá sólin reis á triða sinni blinkaði boðknappuirn á hotelltelefonini. Og tað hóast eg allar undanfarnu dagar hevði ringt og meylað til Icelandair í Ísland og Norðuramerika, pakkideildina í Keflavík og lost and found í Minneapolis. Onkur var at hitta, men ikki Icelandair. Tey sendu henda teldupost: From Icelandair Customer Relations: We kindly point out that due to heavy workload caused by the eruption in Eyjafjallajökull we are unable to take phone calls.

Tað er heildagsstarv at umsita misfarin kuffert. Men triða dagin bar til. Tá ringdi ein púra fremmand kanadisk kvinna, sum hevði eina ferðaskrivstovu í New York og visti at siga, at British Airways hevði eitt kuffert, sum eg átti. Hon hevði sent kuffertið við Fedex til mín, uttan rokning. Í hvussu er ikki til mín, rokningina altso.

Dagin eftir komu boð um at kuffertið stóð á einum nærum samnevndum hotelli í Minneapolis. Fýra tímar seinni fekk eg kuffertið frá Bethany í móttøkuni. Við teldu, undirbuksum, tannbust og gávum til tey, eg skuldi vitja.

Misfarna kuffertið má hava kostað nógvar pengar at flyta út í tóman heim. Undrist, at tað ber til í netverkssamfelagnum, har alt verður kannað innan tú sleppur umborð á eitt flogfar. Og serliga um Atlantshav.

Men eyðsæð er, at eftirlitið er ikki galdandi fyri viðføri. Í hvussu er ikki úr heimsins bestu lufthavn 2009.