Skip to main content

Kolaportrið heilsar føroyingum

Umfram Tjóðfanan, sæst Merkið til vinstru í inngongdini. Hon selur rikling og altskyns turkaðan fisk. Mest sjáldsama grammofonplátan er við punkbólkinum Kakofonia frá 1983. Niðast síggjast hernaðarlig merki úr øllum heiminum at seyma á jakkan (Myndir: Birgir Kruse)

Niðru á havnalagnum er Kolaportirð, sum er loppumarknaðurin í Reykjavík. Við inngongdina verða føroyingar heilsaðir við Merkinum. Kanska eru teir góðir kundar, hóast Absalon í Buð og teir, sum vit møttu uttanfyri, ikki hildu tað. Innan Kolaportrið fæst alt úr sjónum, so sum turkaður riklingur, sjáldsamar grammofonplátur og hernaðarlig tekin, badges, úr øllum heiminum.