Skip to main content

Minnesotamodellið á fløsku

Írska pubbin Dan Kelley's er beint við hotellið. Har møtast nógv fryntlig fólk at prata og spyrja (Myndir: Birgir Kruse)

Komin til hotellið í Minneapolis í Minnesota fóru vit á Dan Kelley’s Irish Pub, hinumegin gøtuna at fáa okkum ein bita. 0,2 miles segði vegakortið hjá Google. Fryntligu fólkini søgdu okkum frá um lokalar siðir, mat og ikki minst bryggj í Minnesota. Summit nevndist lokala extra pale ale ølin, sum varð viðmælt afturvið einum góðum burgara.