Skip to main content

Robert's hevur munin

Robert's Western World í Nashville. Birgir roynir stilvar. Don Kelly Band spælir. Karen Pendley og kvinnurinar spæla í Layla's Bluegrass Inn (Mynidr: Birgir og Unn Kruse)

Robert's Western World er ein handil, sum selur stilvar á Broadway í Nashville. Men tey selja eisini pylsur, búffar og øl. Og so hava tey ein pall, har tónleikarar kunnu koma inn og spæla. Sama er galdandi fyri allar handlar, sum eru á Broadway í Nashville. Beint innan fyri handilsgluggan er ein pallur, har altskyns orkestur spæla og vóna at verða spottaði av onkrum góðskunjósnara, talentspeidara. Nógv eru um boðið og stuttligt er at ganga frá hurð til hurð og hoyra tónleikin renna saman, til vinstru og høgru. Eitt kakofoniskt upplivilsi. Beinan vegin tapti Tootsie's dystin, og sum frá leið varð tað Robert's Western World, ið vann. Her var inniverðandi, hugnaligt, og tónleikurin kom til sín rætt. Gittarleikarin, 25 ára gamli JD Simo, var nakað so forferdiliga hugtakandi. Hann kundi vinda eina solo úr coverløgum hjá Johnny Cash og Allman Brothers. Næsta hølið, Layla's Bluegrass Inn, var ikki verrið. Her spældi eitt kvinnuorkestur so tað stóð eftir í. Fíólspælarin, Karen Pendley, var framúr. Hon var beint komin úr Noregi. Kanska gav tað henni flog undir afturpartin, tað ljóðaði í hvussu er so. Broadway í Nashville er ikki á miðari leið, tað er vist.