Skip to main content

Skyway og Streetlevel

Skrivstovufólk í Minneapolis kunnu ganga heit og turrskødd millum bygningarnar á vetri, tá kavin liggur tjúkkur. Norskt sjatoll á listasavninum og beinraktur Volvobilur í túninum (Myndir: Birgir Kruse)

Tað munnu vera fá støð, har so stórur munur er á vetri og summari, sum í Minneapolis. Til tess at skrivstovufólk í miðbýnum kunnu røkja teirra uppgávur effektivt, hevur býarstýrið gjørt Skyways, sum eru brúgvar úr stáli og glasi, millum stjórnarbygningar og allar aðrar stórar bygingar í miðbýnum. Hugsanin hjá Jógvan við Keldu at leggja ein part av Klaksvíkini undur glas, stavar kanska hiðani. Her eru nógvir norðurlendingar. Serliga norðmenn. Og so eisini lutherskar kirkjur. Ein hýruvognsførari vildi vera við, at norðmenn vóru so kristnir. - Tí eru fleiri lutherskar kirkjur her enn nakra aðrastaðni, segði hann. Garrison Keillor, sum býr her, hevur uppfunnið ein norðurlendskan bý, Lake Wobegon, sum hann brúkar í sendingini A Prarie Home Companion, sum eisini er gjørd til film. Norðurlendska ávirkanin sæst á nógvum støðum í Minneapolis. Eisini á listasavninum, The Minneapolis Institute of Arts, har eitt sjatoll sæst, sum norðmaðurin Aslak Lie hevur gjørt í Springfield við Mount Horeb, Hórebsfjall, í Wisconsin í 1870. Á sjatollinum stendur skrivað: John, sonur Erik; Britha, dóttur Sjúrð, Engesæter. Í árinum 1870. Í túninum verða vit mint á tað forniska við norðbúgvum, kanska serliga monnum. Har eru gomul bein løgd á ein Volvo. Beinrakt, kanska.