Skip to main content

Fyrsti maður á mánanum

Búmerkið hjá Apollo 11. Uppslag í høllini um hendingina. Forsíðan á Politiken við sama høvið (Myndir: Birgir Kruse)

Neyvan man nøkur rúmdarferð standa so klár í minninum, sum tann hjá Neil Armstrong og teimum í Apollo 11 á sumri 1969. Í hvussu er hjá mínum ættarliði. Kanska hevur Útvarpið størsta heiðurin í hesum føri. Í stóru rúmdarhøllini, sum sýnir allar Apolloferðirnar, er eitt full size rúmdarfar við øllum pørtum og liðum sýnt fram. Burturfrá, standa fleiri av heimsins fremstu avísum frá juli 1969, teirra millum Politiken.