17.9.10

Kanska, í morgin...

Martin tók myndina av Hansi og mær í kjallarakamarinum í 1973. Tað árið keyptu vit allir Zundapp knallert frá Thomas Dam og Mamiya Sekor speglrefleks frá Bambus (Mynd: Martin Jacobsen)

Í morgin møtast vit gomlu floksfelagar aftur. Fjøruti ár eftir at Hendrix fór av verðini og hundráð ár síðani Kili loysti frá Spania og bleiv sjálvstøðug tjóð. Báðar markeringar síggjast aftur í skránni, tá vit møtast í morgin og leggja lok á dagin við heitinum Säg inte nej säg kanske kanske kanske...