Skip to main content

Nightwatch eftir Rembrandt í 1642

Walisiski leikstjórin Peter Greenaway framman fyri málningi Rembrandts, sum gevur filminum navn. Niðri undir sæst atgongumerkið til filmin, sum Fríða Brekku hevur gjørt á Steinprenti

Í samstarvi við Norðoya Sparikassa vísir Steinbrá listafólkafilmar í intima biografinum í Miðlon í Havn.

Fyrsti filmurin var um Vincent van Gogh (1853-1890) og annar filmurin í røðini er “Nightwatching”, sum er um Rembrandt (1606-1669) og málningin við sama navni.

"Nightwatching" verður sýndur hósdagin 16. september 2010 kl. 17:30.

Meðan fyrri filmurin fylgdi ævi van Goghs, er hesin filmurin eksperimenterandi og avbjóðandi, bæði í stíli og innihaldi.

Peter Greenaway (f. 1942) hevur gjørt filmin, sum er ein røð av pallsetingum kring málningin “The Night Watch” í 1642. Rembrandt arbeiðir við fólkum, sum sita fyri, meðan valdsharrar bróta seg inn á pallin.

- Bygdi málningurin “The Night Watch” á eitt brotsverk?

Listamaðurin hugsar og leikarar venda sær beint til áskoðaran, og tosið gongur um sex og deyða, ið eru afturvendandi evni hjá Greenaway.

Hóast bæði ljós og pallseting føra okkum innar í klassiska umhvørvið hjá Rembrandt, setur Greenaway frámerki á allar scenur, sum sveima millum yndi og burlesku.

Filmurin “Nightwatching” varir 134 min. og hevur enska talu. Limir í Steinbrá fáa ókeypis atgongumerki, ið eru grafisk fráklipp, sum Fríða Brekku hevur gjørt í Steinprenti á Skálatrøð. Har kunnu limir heinta atgongumerkini og samstundis síggja spennandi framsýningina hjá Peter Carlsen.

“Nightwatching” verður sýndur í hugnaligu hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn hósdagin 16. september 2010 kl 17:30. Pláss er fyri 43 fólkum.

Á Facebook profilinum "Steinbrá" sæst hvussu ein gerst limur í felagnum, ið hevur til endamáls at stuðla virkseminum í grafiska verkstaðnum Steinprenti.