5.11.10

Amen í advent


NEMA er gott brand og ein endalig loysn um besta samleikaskiftið nakrantíð. Fjaldi dulvitsboðskapurin er AMEN

Samleikaskifti hevur lagt seg á tíðarinnar tonn. Eins og hin altíð fyndugi Høgni Mohr segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, so er trupult at skilja kynið í kettu, tíansheldur kynsskiftið í almenna samleikanum hjá framfýsnum fyritøkum. Eins og hjá privatfólki munnu stundir vera hjá samleikaídnaðinum at fara til tannlækna og loysa tað skón, vit vanliga rópa tannstein. At síggja og smakka heimin av nýggjum. Omanfyri, og púra ókeypis, er eitt boð um effektivt samleikaskifti, fyri stóru handilshalguna í advent: Nema vent á høvdið, Nema speglvent við knappinum 'reverse' í Microsoft Office Picture Manager. Púra ókeypis verður tað til AMEN. Og helst er tað ein undurfundug ábending um endaliga samleikaskiftið av øllum, sum kann fáa jólafriðan at leggja seg yvir samleikan og handilskassan í kirkju og í bý. Muzakkurin afturvið jólalanseringini er King Midas in Reverse við Hollies.